Arsensambindingar vera í ymiskan mun tiknar upp og goymdar í plantum og djórum. Summar arsensambindingar kunnu vera sera eitrandi – eisini fyri menniskju, og kunnu harafturat elva til krabbamein, meðan aðrar eru nógv minni eitrandi.
Arsen hevur verið brúkt til at verja timbur móti roti. Arsensambindingar vera nýttar í ávísum glasvørum fyri at sleppa undan bløðrum í glasinum. Í eltólum verða arsensambindingar nýttar til at leiða streym í m.ø. prentplátum.
Í norðurlondum er nú bannað at nýta arsen og krom í rotviðgjørdum viði, men arsen fer framyvir at seta úr gomlum CCA-rotviðgjørdum viði, sum enn er í nýtslu.
Gev gætur: CCA-rotviðgjørdur viður er flokkaður sum serliga dálkandi burturkast, og skal tí latast inn í serligu skipanina til slíkt burturkast. Les meira um serliga dálkandi burturkast her. CCA-rotviðgjørdur viður skal ikki brennast á báli ella í eldstaði, tí tað elvir til sera eitrandi royk, dust og øsku.
Tær flestu vørurnar, sum innihalda arsen ella arsensambindingar, hava onga vørulýsing. Um vøran hevur vørulýsing, so kanst tú halda eyga við:
Arsen
Arsensýra
Arsin (arsenhydrid)
Blýggjhydrogenarsenat
Diarsenpentoxid (arsenpentoxid)
Diarsentrioxid (arsentrioxid, arsenikk)
Trietylarsenat
Galliumarsenid
Gev gætur: Ymiskt er, hvussu arsen og arsensambindingar eita á ymsum málum. Arsen eitur til dømis arsenik á svenskum og arsenic á enskum. Á norskum er arsenikk eitt annað heiti fyri arsentrioksid.
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo |
|